gangi í tokuni
eina í djúpu kvirruni
síggi ongar varðar
burtur allir garðar
rópi men eingin svarar
inn ímillum gloppini
í mjørkaklæddu náttini
hómi eg skuggar
tykist sum okkurt rørir seg har
rópi men eingin svarar mær
vinur, vinur sært tú meg?
gangi her í tokuni
hevur tú reikað líka sum eg
í deyðadjúpu kvirruni?
sást tú gøtuljósini
lýsa í bygdini?
sást tú hvat tey gjørdu har?
minnist tú hvussu støðan var?
leitaði nakar eftir mær?
vinur, vinur sært tú meg?
gangi her í tokuni
hevur tú reikað líka sum eg
í deyðadjúpu kvirruni?
hevur tú eins og eg
gingið í tokuni
burturvilst frá slóðini
ytst á fjallatromini?
kennir tú hetta einsemið?
vinur, vinur skilur tú meg?
veitst tú nakran loyniveg?
hevur tú reikað líka sum eg
í endaleysu óvissuni?
vinur, vinur skilur tú meg?
veitst tú ongan loyniveg?
hevur tú reikað líka sum eg
í endaleysu tokuni?